Við einari framúr skipan, og við einum hugburði og stríðsvilja uttan sín líka stríddu íslendingar seg til ein 1-1 javnleik ímóti Argentina á Spartak leikvøllinum í Moskva, tá liðini møttust í HM-bólki D.
Tað var Argentina, sum legði seg á odda 1-0 eftir smáum 20 minuttum við máli, sum Sergio Aguero smekkaði upp undir nettakið, men bara smáar fimm minuttir seinni svaraði Ísland aftur, tá ið Alfreð Finnbogason setti ein leysan bólt eftir innlegg í málið til 1-1, ið eisini var hálvleiksstøðan.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Argentina tillutað brotsspark, tá ið Hörður Magnússon feldi Maximiliano Meza í brotsteigarmarkinum. Lionel Messi varð settur at skjóta, men Hannes Þór Halldórsson í íslendska málinum var í fullari longd og bjargaði brotssparkinum.
Argentina sat so við og við á nærum øllum spælinum. Ísland varð trýst heilt aftur í egnan brotsteig, men har mannaðu teir eisini ein múr, sum Argentina hevði ilt við at bróta niður. Onkrir rímiligir møguleikar vóru, men íslendska verjan og málverjin spældu væl í dag.
HERber til at síggja hæddarpunktini frá søguliga dystinum hjá Íslandi.