Fyri HB og fyri føroyskan fótbólt var tað ein smeitur, at eitt føroyskt lið enn einaferð fór úr evropeiskari kapping aftaná tepurt tap móti einum norðurírskum liði.
Hetta er áttanda ferðin av átta, at norðurírar senda eitt føroysk lið út. Tvær ferðir hevur tað verið fult uppiborið, seks ferðir hevur tað verið tepurt, og tað var tað eisini hjá HB ígjár.
HB tapti ígjár 0-1 móti Glentoran á aldargamla leikvøllinum, The Oval í Belfast. Sigursmálið kom stutt undan steðginum.
HB hevði møguleikar til at fáa minst longda leiktíð, men seinasti neyvleikin væntaði.
HER ber til at síggja hæddarpunktini Glentoran FC hevur lagt út á YouTube.
##med2##