TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá EM-dystinum í millumbólki 1 millum Serbia og Noreg, sum Noreg vann 32-27. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17. Upptøkurnar eru frá evropeiska hondbóltssambandinum.
Í sama bólki vann vertstjóðin, Kroatia ein harðvunnan 25-23 sigur á Hvítarusslandi.
Sandor Sagosen gjørdist toppskjútti hjá Noreg við átta málum. Zarko Sesum og Bojan Beljanski vóru toppskjúttar hjá Serbia við fimm málum hvør.
Torbjørn Bergerud í norska málinum hevði 14 bjargingar.
Frakland er stórfavorittur at vinna annað plássið í hálvfinaluni úr hesum bólkinum. Avbjóðararnir hjá Noreg og Fraklandi eru Svøríki og Kroatia.
Leygardagin vera tveir dystir: Svøríki-Frakland og Kroatia-Noreg.
Støðan:
| 1 | Svøríki | 2 | 2 | 0 | 0 | 65:56 | 4 stig |
| 2 | Frakland | 2 | 2 | 0 | 0 | 64:56 | 4 |
| 3 | Noreg | 3 | 2 | 0 | 1 | 96:87 | 4 |
| 4 | Kroatía | 3 | 2 | 0 | 1 | 88:80 | 4 |
| 5 | Hvíta-Russland | 3 | 0 | 0 | 3 | 76:90 | 0 |
| 6 | Serbía | 3 | 0 | 0 | 3 | 74:94 | 0 |









