Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Vìkingi Reykjavík vunnu sunnudagin 10. sigurin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Víkingur er aftaná 12 dystir fremst í deildini við 31 stigum. Valur er nummar tvey við 26 stigum og liðið hjá Klæminti A. Olsen, Breiðablik er nummar trý við 24 stigum.
Sunnudagin vann Víkingur 3-1 á Fram. Øll málini komu í fyrra hálvleiki innanfyri 20 minuttir.
Gunnar fekk eisini heiðurin at koma á vikuliðið í Bestudeildini.
Víkingur Reykjavík 3 - 1 Fram
1-0 Erlingur Agnarsson ('21)
2-0 Danijel Dejan Djuric ('28)
3-0 Birnir Snær Ingason ('34)
3-1 Fred Saraiva ('41, br.)
HER ber til at síggja málini:
##med2##