Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH vitjaðu søguríka felagið, KR í vesturbýnum í Reykjavík í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini ígjár.
Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Bæði málini komu fyrsta korterið av dystinum.
Matthías Vilhjálmsson legði FH á odda tá bert átta minuttir vóru farnir av dystinum, men tíverri javnaði KR uppá eitt verjumistak hjá FH bert sjey minuttir seinni.
Kaj Leo í Bartalsstovu slapp á vøllin fyri Val tá 57 minuttir vóru farnir av útidystinum móti Leikni, ið hevur gamla HB-aran, Brynjar Hlöðversson á liðnum. Leiknir vann heldur óvæntað 1-0 uppá eitt mál, ið Andrés Manga Escobar skoraði tá 81 minuttir vóru farnir.
Valur er tó framvegis oddalið við 33 stigum, trý stig frammanfyri Víking og seks stig frammanfyri KA. FH er nummar sjey við 19 stigum, og hevur sjey stig upp til fjórða plássið, ið kann geva atgongd til evropeiskan fótbólt um steypakappingin verður vunnin av einum av trimum teimum fremstu liðunum.
Komandi sunnudag tekur FH móti Leiknir á heimavølli. Sama dag tekur valur móti Keflavík.
HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum millum KR og FH: https://www.visir.is/k/63d11a7a-956c-4fb8-b8bc-4041137021d3-1628511613089
<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/63d11a7a-956c-4fb8-b8bc-4041137021d3-1628511613089" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>










