VIDEO: Gummi Ben flippaði út tá Klæmint skoraði til 5-4

(Video) Hoyr íslendsku frásagnarlegenduna, Guðmund Benediktsson seta orð á frálíka stútaran hjá Klæminti Olsen til sigursmálið 5-4 til Breiðablik

Hann bleiv eisini kendur í Føroyum undir EM-endaspælinum í Fraklandi í 2016, tá Ísland framdi fleiri fótbóltsbrøgd.

 

Guðmundur Benediktsson, best kendur millum manna í Íslandi sum Gummi Ben hevði nakrar minniligar frásagnir, ikki minst tá Ísland vann 2-1 á Onglandi í EM-áttandapartsfinaluni. Hann flippaði út upp á tann góða mátan.

 

Tá Breiðablik á heimavølli vann minniligan 5-4 (3-1) sigur á Fram í Kópavogi var Gummi Ben frásøgumaður hjá Stöð 2.

 

Og tá Klæmint A. Olsen í 96. minutti skoraði sigursmálið til 5-4 flippaði Gummi Ben út, og lýsti eksalterandi hvussu góður stútarin hjá Klæminti var, meðan hann bedýraði, at hann hevði sagt frá tí mest legendariska dystinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

HER ber til at síggja málini, og hoyra Gummi Ben lýsa málini í dystinum Breiðablik-Fram 5-4 (3-1). Hann veruliga samgleðist við Klæminti :

 

##med2##