Video: Giza/Hoyvík skakaði HB í ein tíma

Giza/Hoyvík var púra óvæntað á odda í ein tíma móti HB, sum tó vann trygt 4-1 til endans

HB vann seg í gjár víðari til hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið, tá teir vunnu 4-1 á 2.deildarliðnum Giza/Hoyvík á niðara vølli í Gundadali.


Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini

 

Sermerkt fyri dystin var, at Giza/Hoyvík var á odda líka til ein tími varð spældur. Ahmed Keita legði Giza/Hoyvík á odda longu aftaná 9. minuttir, tá hann bleiv spældir leysur í høgru síðu av Jón Samuelsen.

 

Giza/Hoyvík kláraði at standa í móti til hálvleiks, og eitt korter inn í seinna hálvleik. Tá gekk orkan undan og HB vendi dystinum. Arnbjørn Hansen, Gunnar Haraldsen, Fróði Benjaminsen og Rógvi S. Holm skoraðu málini fyri HB.

 

Giza/Hoyvík – HB 1-4 (1-0)

1-0 Ahmed Keita, 9

1-1 Arnbjørn T. Hansen, 61

1-2 Gunnar Haraldsen, 66

1-3 Fróði Benjaminsen, 82

1-4 Rógvi S. Holm, 90