Gilli R. Sørensen var við frá byrjan tá lið hansara, Odd vann triðja dystin á rað í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Ígjár vitjaði Odd Mjøndalen, og vann Odd dystin 2-1.
Odd kom á odda við einum sjálvmáli beint undan steðginum. Beint aftaná steðgin økti Mushaga Bakenga til 2-0 áðrenn heimaliðið svaraði aftur, men Odd megnaði at halda leiðsluna dystin út.
Seint í fyrra hálvleiki fekk Gilli eitt gult kort.
Odd er nummar sjey við 15 stigum í bestu norsku fótbóltsdeildini. Fýra stig eru upp til Vålerenga á triðja plássinum. Triðja plássið gevur møguleikan at spæla í Evropa komandi kappingarár.
Sunnudagin tekur Odd móti Rosenborg, ið eins og Odd hevur 15 stig.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Mjøndalen og Odd: https://www.odd.no/video?v=Mj%C3%B8ndalen---Odd-1-2&videoID=4fdf38be1e7d4056af6ffbb3aa7f21e6&offset=0&a=1