VIDEO: Gilli og Brann hava tryggjað sessin í bestu deildini

(VIDEO) Brann Bergen helt frástøðuna til Start Kristiansand við góðum javnleiki í Kristiansand ígjár

Gilli Rólantsson slapp fyri fyrstu ferð í longri tíð at byrja inni fyri Brann Bergen, tá bergensarnir vitjaðu Start Kristiansand í týðandi dysti ígjár.

Tað eydnaðist Brann Bergen at fáa javnleik 1-1, og tað merkir undan seinasta umfarinum komandi vikuskiftið, at teir í Brann Bergen eru tryggjaðir undan at spæla upp- og niðurflytingardyst móti triðovasta liðnum í næstbestu deildini. 

Áðrenn steðgin fekk Gilli ein returbólt inni í brotsteiginum hjá Start Kristiansand, men málroyndin hjá GIlla var blokerað.

Start - Brann 1-1 (0-0)

0-1: Petter Strand (60.)
1-1: Eirik Schulze (69.)

Støðan í botninum í bestu norsku fótbóltsdeildini:

9Stabæk2881193543-835
10Brann Bergen29 dystir89123848-1033 stig
11Sandefjord2896133042-1233
12Sarpsborg 082988133338-532
13Strømsgodset28610123852-1428
14Start Kristiansand2969143352-1927
15Mjøndalen2974182344-2125
16Aalesund2925223082-5211

HER SÍGGJAST HÆDDARPUNKTINI FRÁ DYSTINUM ÍGJÁR: 

<iframe src="https://video.qbrick.com/play2/embed/player?accountId=1126278&amp;mediaId=96bb9aab72ae4bdaa30616ef51e0046b&amp;pageStyling=styled" allowfullscreen="true" frameborder="0" border="0" width="640" height="360"></iframe>