Aftaná mótgongdina seinastu dystirnar í týsku bundesliguni reisti THW Kiel seg ígjár á heimavølli og vann sannførandi 34-23 (19-15) sigur á Hamburg.
Elias var sera eyðsýndur. Hann gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Kiel við sjey málum. Harumframt legði Elias upp til fýra mál.
HER ber til at síggja samandráttin hjá NDR-Sport frá dystinum. Í samandráttinum síggjast nakrar genialar fríspælingar hjá Eliasi, umframt ein viðurkenning frá venjaranum.
Kiel er nummar sjey í deildini við átta stigum fyri sjey dystir.
Komandi mikukvøld klokkan 19.45 hevur Kiel heimadyst móti pólska liðnum, Kielce í Champions League.