Video: Gango bjargar Skála stig móti B36

Andras Gango dagsins hetja í 1-1 javnleiki í Gundadali

Skála argaði aftur B36 í dag. Fyrr í ár vunnu skálamenn 1-0 á heimavølli ímóti B36. Í dag endaði tað 1-1. Dagsins detalju átti Andras Gango í málinum hjá Skála, tá hann stórbjargaði stútara frá Jógvani Skeel Nolsøe.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin

 

Fyrsta partin av seinna hálvleiki pressaði B36 øgiligt, men Skála verjan var sera væl skipað, og mest sum burtur úr ongum legði Skála seg framum. Pætur Dam Jacobsen legði innfyri og Brian Jacobsen, stútaði bóltin í málið.

 

Les eisini: (Ljóðsamrøða) Stórt vónbrot í B36

 

Stutt fyri tíð javnaði innskifti Sebastian Pingel, tá hann tætt undir málinum fekk bóltin á bóltin.

 

Les eisini: (Ljóðsamrøða) Hálvfinalan situr í beininum

 

B36-Skála 1-1 (0-0)

0-1: Brian Jacobsen

1-1: Sebastian Pingel