Stemningurin er óalmindiliga góður í høllini á Frederiksberg, har stóri boksidagurin er í dag.
Nógvir dystir eru á skránni í kvøld, og tann síðsti dysturin í kvøld er millum føroysku Sarah Mahfoud og argentinsku Brenda Carabajal.
Tær skulu boksast um HM-heitið, og Sarah kann blíva tann fyrsta í kongaríkinum at vinna hetta heitið hjá IBF.
In.fo er á staðnum, og niðan fyri ber til at síggja eitt videobrot, sum lýsir byrjanina uppá kvøldið. Fyrsti dysturin er í gongd í løtuni.
##med2##











