TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá oddadystinum í bólki A í HM endaspælinum í manshondbólti, sum var millum vertstjóðina, Frakland og Noreg. Tað er franska rásin "Flashscore", sum hevur lagt hæddarpunktini út á YouTube.
Frakland vann 31-28. Í steðginum vóru fraklendingar á odda 16-12. Nikola Karabatic, Nedim Remili og Kentin Mahe skutu fimm mál hvør fyri Frakland. Sandor Sagesen gjørdist toppskjútti hjá Noreg við sjey málum. Magnus Jondal skeyt seks mál.
Noreg var væl við allan dystin, og norðmenn stríddust væl, men sterka heimaliðið vóru ov sterkir. Men tað stendur ikki illa til hjá Noregi, sum hevur vunnið á bæði Russlandi og Póllandi, og norðmenn hava dystir ímóti Japan og Brasil eftir. Frakland hevur seks stig fyri tríggjar dystir. Noreg hevur fýra stig fyri tríggjar dystir. Russland og Brasil hava tvey stig fyri tveir dystir, og Pólland og Japan hava einki stig aftaná tveir dystir.
Í bólkinum hjá Danmark og Svøríki kom Katar á stigatalvuna við einum 33-22 sigri á Bahrain. Alt var longu avgjørt í steðginum, tá Katar var á odda 19-9.