Ígjár leikti Hanus Sørensen fyrsta kappingardystin fyri NK Celje í bestu slovensku fótbóltsdeildini.
Á heimavølli tapti Celje 2-3 fyri Bravo, ið var á odda 2-1 í steðginum.
Hanus var við frá dystarbyrjan, men hann og tveir liðfelagar vóru skiftir út í steðginum.
Celje er nummar fimm í deildini við 31 stigum.