VIDEO: Fyrsta tapið hjá Mikkjali og AIK síðani 29. juli

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum AIK Stockholm-BK Häcken 0-2 (0-0)

Fyri fyrstu ferð síðani á ólavsøku, 29. juli tapti AIK Stockholm ein kappingardyst við Mikkjali K. Thomassen sum høvuðsvenjara.

 

AIK tapti á heimavølli á Strawberry Arena leikvøllinum frammanfyri 24.000 áskoðarum 0-2 fyri BK Häcken.

 

Ósigurin førdi við sær, at AIK datt niður á fjórða plássið, ið ikki gevur atgongd til Conference League undankappingina komandi summar.

 

AIK hevur 45 stig á fjórða plássinum. Teir eru tvey stig aftanfyri lokalu arvafíggindarnar, Djurgården og Hammarby.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum AIK og Häcken:

 

##med2##