VIDEO: Fyrsta málið hjá Pæturi hetta kappingarárið

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum KA-FH 4-2 (1-0)

Pætur J. Petersen byrjaði inni tá hann og liðfelagarnir ígjár tóku ímóti FH á Akureyri í kvøld í dysti í Bestudeildini.

 

Undan dystinum hevði Pætur bert skorað mál í steypakappingini, men í kvøld gjørdi hann hinum føroyingunum kunstin eftir og skoraði fyrsta málið hjá sær í Bestudeildini. 

 

Pætur sum fekk 62 minuttir á vøllinum tók av møguleikanum og økti til 2-0. Hetta gjørdi Pætur fimm minuttir aftaná steðgin. Hallgrímur Mar Steingrímsson spældi bóltin til Pætur, ið ikki sveik álitið, men setti bóltin hegnisliga í netið. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum KA-FH 4-2 (1-0) : 

 

##med2##

 

KA 4 - 2 FH

 

 1-0 Daníel Hafsteinsson ('45)

 

 2-0 Pætur J. Petersen ('50)

 

 2-1 Hörður Ingi Gunnarsson ('59)

 

 3-1 Sveinn Margeir Hauksson ('75)

 

 3-2 Úlfur Ágúst Björnsson ('83, br.)

 

 4-2 Elfar Árni Aðalsteinsson ('88)

 

KA er nummar fýra í deildini við átta stigum aftaná fimm umfør.