TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og njótið fyrsta málið Gilli Rólantsson skeyt fyri Brann Bergen og onnur hæddarpunkt. Hetta hendi í tí seinasta dystinum í hesum kappingarárinum frammanfyri 17.600 áskoðarum á Brann leikvøllinum í Bergen, tá Brann Bergen fyrr í dag vann 2-1 á Sarpsborg, og tryggjaði sær annað plássið í norsku tippuliguni.
Gilli var heppin, tá verjuspælarin hjá Sarpsborg kiksaði, og beindi bóltin yvir til hansara, men staðfestast má, at Gilli tók av møguleikanum, og setti bóltin vakurt í málið framvið málverjanum hjá Sarpsborg.
Gilli Rólantsson kann nú nevna seg silvurvinnara í bestu norsku fótbóltsdeildini.