Hetta hevur verið eitt serlig EM á mangan hátt, ið eisini hevur verið merkt av sjálvmálum og brendum brotsspørkum.
Til Ongland og Danmark møttust í EM-hálvfinaluni var einki mál komið, ið var skotið uppá eitt beinleiðis fríspark. Hetta broytti unga danska stjørnuskotið, Mikkel Damsgaard tá ein hálvur tími var farin av dystinum við at senda bóltin uppum verjumúrin og málverjan hjá onglendingum og í málið til 1-0 leiðslu til Danmark. Í so máta var málið serligt.
Frísparksperlan hjá Mikkel Damsgaard sæst her:
##med2##
Men málið er enn meira serligt. Talan er um fyrstu ferð í einum EM-endaumfarsdysti - dysti aftaná innleiðandi bólkaspælið - í meira enn 21 ár.
Átta dagar áðrenn Mikkel Damsgaard varð føddur, 25. juni í 2000 skoraði franska fótbóltslegendan, Zinedine Zidane uppá beinleiðis fríspark í EM-fjórðingsfinaluni móti Spania. Fyrst ígjár fingu vit aftur eitt frísparksmál í einum endaumfarsdysti - knock out dysti - í einum EM-endaspæli. Fótbóltsheimurin mátti bíða heili 21 ár áðrenn ein EM-endaumfarsdystur aftur sá eina frísparksperlu. Vónandi mugu vit ikki bíða til EM í 2040 áðrenn tað hendir aftur.
##med3##