Video: Fróði tryggjaði HB sigurin

Her ber til at síggja samandráttin frá 2-1 sigrinum hjá HB á NSÍ

Eftir trivaliga 3-0 B36 heimasigurin ímóti B68 í Gundadali fyrr í dag var stórt trýst á HB, sum klokkan 17.15 fór á vøllin við Løkin. Úrslitið var 2-1 til HB eftir framúr intensa og javna uppgerð.

 

Les eisini: HB venjarin í øðini um leikbann

 

Sigursmálið skoraði HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen, tá ið tað restaðu tríggir minuttir. Teir í heimaleguni vóru í øðini, tí teir hildu, at málskjúttin var í rangstøðu, tá ið hann skoraði. Men tað var dómarin ikki samdur við teir í.

 

Les eisini: Trygvi: Nú mugu dómararnar taka seg saman

 

Sum 2. hálvleikur leið megnaði HB at leggja trýst á. Poul Ingason legði HB framum beinanvegin í 1. hálvleiki. NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen javnaði, men so var tað, at Fróði Benjaminsen skoraði sigursmálið og harvið syrgdi fyri, at munurin millum B36 og HB framvegis er fimm stig.

NSÍ-HB 1-2 (0-1)

0-1: Kristin R. Mouritsen

1-1: Klæmint A. Olsen

1-2: Fróði Benjaminsen 

AB-KÍ – í morgin kl. 18.00

 

Støðan

B36 33

HB 28

Víkingur 22

NSÍ 20

EB/Streymur 19

KÍ 16

ÍF 16

B68 9

AB 8

Skála 5

KÍ og AB hava spælt 12 dystir, og hini liðini hava spælt 13 dystir.

 

14. umfar

Leygardagin 21. juni

NSÍ-ÍF

Sunnudagin 22. juni

KÍ-EB/Streymur

B68-Víkingur

Skála-AB

HB-B36