Staðfestast má, at føroyska U17 landsliðið hevur verið í EM-endaspælsbólki við trimum krútsterkum liðum, Ungarn, Fraklandi og Skotlandi.
Somu klokkutíð meðan Føroyar og Ungarn spældu í gjár var eisini dystur millum Frakland og Skotland. Skotland kunnu vinna seg víðari í fjórðingsfinaluna við sigri ella javnleiki, meðan Frakland mátti vinna fyri at vinna seg í fjórðingsfinaluna. Og tað gekk akkurát hjá fraklendingum. Í seinasta minutti av vanligu leiktíðini eydnaðist tað fraklendingum at fáa sigursmálið til 2-1.
TRÝST á HESA leinkjuna: https://www.youtube.com/watch?v=c3j9QPr9vDY
og síggj hæddarpunktini frá dystinum Frakland-Skotland 2-1 (1-0).