TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og síggj ein samandrátt av HM hálvfinaluni í manshondbólti millum vertstjóðina, Frakland og Slovenia, sum var spæld í París í kvøld.
Frakland vann 31-25, og í steðginum vóru fraklendingar á odda 15-12. Tað var bert javnleikur eina ferð í dystinum, og tað var tá støðan var 1-1. Tað nærmasta slovenar komu aftaná hetta var tá teir komu uppá 6-7. Í seinna hálvleiki kom Slovenia uppá 14-16, men so drógu fraklendingar frá aftur.
Nedim Remili gjørdist toppskjútti hjá Fraklandi við seks málum. Jure Dolenec gjørdist toppskjútti hjá Slovenia við fimm málum.
Sunnudagin klokkan 16.30 spælir Frakland finalu ímóti vinnaranum av hálvfinaluni millum Noreg og Kroatia, sum byrjar í annaðkvøld klokkan 19.45.
Talan er um sjeyndu HM-finaluna hjá Fraklandi. Fimm ferðir hevur Frakland vunnið HM-gull. Tað var í 1995, 2001, 2009, 2011 og í 2015. Í 1993 vann Frakland HM-silvur.
Slovenia spælir bronsudyst leygarkvøldið klokkan 19.45.