VIDEO: Flotti javnleikurin hjá U19-landsliðnum móti Grikkalandi

(Video) Síggj hæddarpunktini frá U19 EM-undankappingardystinum millum Grikkaland og Føroyar

Mynd: FSF

Mynd: FSF

Í vikuskiftinum fekk føroyska U19-landsliðið ein flottan 0-0 javnleik móti Grikkalandi, ið er vertur fyri undanbólkinum sum telir Føroyar, Grikkaland, Týskland og Russland.

 

Tað stóð nógv á, men tá avtornaði megnaði U19-landsliðið við dreingjum at spæla málleysan javnleik móti Grikkalandi í EM-undankappingini, skrivar Fótbóltssambandið.

 

– Vit vóru undir trýsti mest sum allan dystin, og høvdu sera trupult við at fáa nakað samanhangandi spæl á ringa vøllinum. Men vit vóru væl skipaðir, og kláraðu at halda teimum frá heilt stóru málmøguleikunum, so vit eru sjálvandi væl nøgdir, sigur venjarin hjá U19-dreingjunum, Sigfríður Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

– Okkara spælarar stríddust framúr væl, og nú síggja vit við spenningi fram ímóti seinasta dystinum, sum er móti Russlandi. Vónandi kunnu vit arga teir eitt sindur, ti vit hava framvegis møguleikan at spæla okkum víðari, og tí møguleikanum fara vit eftir, sigur Sigfríður Clementsen.

 

Reglurnar eru nevniliga soleiðis, at besti 3’arin í samlaðu undankappingini eisini sleppur víðari til Elite Round, sum verður tíðliga komandi ár. Triðja og seinasta umfar í EM-undankappingini verður spælt týsdagin 16. november.

 

Í farnu viku taptu Føroyar 1-4 fyri Týsklandi aftaná eitt framúr gott avrik fyrstu 74 minuttirnar, men tíverri skrædnaði tað seinasta korterið. Í morgin klokkan 13 spæla Føroyar móti Russlandi í tí seinasta dystinum. Somu tíð spæla Grikkaland og Týskland. Russland hevur seks stig, Týskland hevur trý stig, og Føroyar og Grikkaland hava eitt stig hvør. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:

 

##med2##

 

 

 

 

 

Mynd: FSF

Mynd: FSF