Tað var svørt óeydna, at íslendska liðið við trimum føroyingum í hópinum, FH ikki vann seg víðari í Europa League undankappingini.
HERsíggjast hæddarpunktini frá dystinum á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum ígjár, ið Hapoel Haifa úr Ísrael vann sera heppið 1-0 og samanlagt 2-1.
Í tveimum førum átti FH brotsspark sum upptøkurnar eisini vísa, men dómarin tordi ikki at døma ímóti tí størra liðnum. Brandur H. Olsen hevði góðar málmøguleikar, har serliga tann eini var risastórur, men inn vildi bólturin ikki.
Sera óheppið, tí hevði FH vunnið samanlagt á Hapoel Haifa høvdu Gunnar Nielsen, Brandur H. Olsen og Jákup Thomsen sloppið at roynt seg ímóti italska Seriu A liðnum, Atalanta.
Davið Viðarsson, liðskipari hjá FH hevði eisini á orðið, at dømingarnar og marginalarnir vóru ikki við FH ígjár.










