Video: á ferð í Føroyum í kajakk, súkklu og kiteboard

Tveir ungir mans úr Avstralia hava nýliga vitjað í Føroyum. Tað serliga við ferðini var, at teir høvdu við sær eina kajakk, tvær súkklur og eitt kiteboard, sum er ein breið fjøl, summan stendur á á sjónum. Teir høvdu sett sær fyri, at teir undir ongum umstøðum skuldu brúka nakað tól við motori at skunda undir ferðina. 

 

 

Ferðin var partur av kampanjuni Wear5050. Endamálið er, at varðveita støðini, har ævintýramennirnir fara á rannsøknarferð. Teir framleiða og selja sokkar til ítróttarbrúk og lata 50 prosent av vinninginum til felagsskapir, sum hava til endamáls at varðveita náttúruna. 

 

 

- Eg haldi ikki, at tað er nakað annað stað í heiminum enn í Føroyum, har fólk hava slíka djúpa virðing og samband við náttúruna. Av tí at Føroyar eru avskornar frá umheiminum, so hava føroyingar hava lært at klára seg sjálvar í villum og óútrokniligum umhvørvi. Føroyingar virðismeta náttúruna og tað, sum hon veitir teimum, men umframt tað, so virðismeta teir máttin hon hevur. Áðrenn vit søgdu farvæl við nýggju vinir okkara, lovaðu vit at vit skuldu hyggja væl at veðurforsøgnunum, og at vit ikki skuldu bjóða lagnuni av og fara út, tá veðrið var vánaligt, skriva teir á bloggi sínum. 

 

 

Les meir á blogginum northsouth.cc