Linda Viðoy úr Sørvági hevur tikið útbúgving sum pilotur. Nú vónar hon at fáa kjans hjá onkrum flogfelag, so hann kann sleppa at flúgva við ferðafólki.
– Eg eri uppvaksin í Sørvági, beint við flogvøllin, og kanska byrjaði áhugin fyri flúgving longu tá, sigur Linda Viðoy.
Hon hevur gingið á pilotskúla í Roskilde, og hon minnist serliga væl, tá ið gjørdi sín fyrsta soloflogtúr.
– Fyrstu 10 túrarnar ella so flýgur tú við einum intstruktøri, og tá hann heldur, at tú ert klár at flúgva sjálv, gert tú ein stuttan solotúr. Tað var heilt fantastiskt og tað besta nakrantíð, sigur Linda Viðoy.
Hon tók prógv á pilotskúlanum í mai, og næsta stigið er fáa møguleikan hjá onkrum flogfelag og at fáa undirvísing í at flúgva eitt ávíst slag av ferðafólkaflogfari.
Omanfyri ber til at síggja video-samrøðu við Lindu Viðoy.