Video: Familjan ger tað møguligt

Tað sigur Sølvi Vatnhamar, sum annað árið á rað er kosin til ársins spælara í Føroyum

Til Ársins Spælari tiltakið hjá Miðlahúsinum og Rás2, bleiv Sølvi Vatnhamar kosin til ársins spælara hjá monnum. Hann er eins glaður um heiðurin hesa ferð, men var meiri avslappaður.

 

Síggj samandráttin við at trýsta á pílin á myndini

 

- Hetta er eitt sindur øðrvísi, tí í fjør var fyrstu ferð, at eg havi roynt at verða tilnevndur til nakað. Upp á tann mátan var eg meiri spentur í fjør, meðan eg var meiri avslappur í ár – tó akkurát líka glaður, sigur Sølvi Vatnhamar.

 

Leirvíkingurin er byggifrøðingur og familjumaður. Tí krevur tað nógv av umstøðunum, at vera á toppinum í føroyskum fótbólti. Spurdur um hvat lykilin er, svarar hann:

 

Les eisini: (Video) Lars Muller ársins dómari fyri sættu ferð

 

- Tað er tolsemi heimanifrá, har tað verður góðtikið, at eg brúki so nógva tíð upp á fótbóltin. Fyrst og fremst er tað daman og dreingirnir, men eisini foreldrini og restin av familjuni. Nú eri eg so heppin, at koma frá eini familju, har øll ganga líka høgt upp í Víking, sigur Sølvi Vatnhamar.

 

Sølvi Vatnhamar er 31 ára og spældi í ár við í 26 av teimum 27 dystunum í landskappingini. Hann hevði leikbann í 24. umfari, sum er einasti dysturin har hann ikki byrjaði inni, og bleiv bara skiftur út eina ferð.