Video: Fýra mál í Runavík

Her er samandrátturin frá dystinum millum NSÍ og KÍ, sum endaði 2-2

12. umfar í landskappingini í fótbólti hevur verið í dag. Í Runavík syrgdi Bárður J. Hansen fyri 1-0-hálvleiksleiðslu til NSÍ, men beint eftir steðgin minkaði Semir Hadzibulic til 1-1.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin

 

Páll Klettskarð sendi gestirnar á sigurskós, men toppskjúttin í Effodeildini, Klæmint A. Olsen, syrgdi fyri einum stigi til NSÍ tá ið hann ímóti dystarenda javnaði til úrslitið, nevniliga 2-2.

 

NSÍ er framvegis fimm stig frá oddinum, meðan tað er ájavnt millum Víking og KÍ.

 

NSÍ – KÍ 2-2 (1-0)

1-0: Bárður J. Hansen

1-1: Semir Hadzibulic

1-2: Páll A. Klettskarð

2-2: Klæmint A. Olsen

 

Støðan í Effodeildini eftir 12 umfør:

1. Víkingur 26 stig (+16)

2. KÍ 26 stig (+9)

3. NSÍ 21 stig

4. HB 17 stig

5. TB/FCS/Royn 16 stig

6. B36 14 stig

7. EB/Streymur 11 stig

8. 07 Vestur 11 stig

9. Skála 10 stig

10. ÍF 6 stig