Til Ársins Spælari tiltakið hjá Rás2 og Miðlahúsinum í gjár, bleiv Lars Muller kosin til ársins dómara fyri sættu ferð upp í slag. Høvðuspersónurin veit ikki heilt hvat hann skal siga til tað.
- Je veit ikki hvat je skal siga. Hvørt ár hugsi je, kann hetta blíva við? Men je veit ikki hvat je skal siga, sigur Lars Muller.
Spurdur um hví hann heldur, at spælararnir lata so væl at honum, er hann eisini í iva, men hann hevur eitt boð. Góð fyrireiking og vera tann sami hvønn sunnudag.
- Je dugi illa at meta um, tí sum dómari er ringt at meta um aftaná, tí tú hevur allar kenslurnar uppi at venda gjøgnum ein dyst. Men je leggi nógva orku í at vera kann sami hvønn sunnudag, og fyrireiki meg væl. Hvør er markinum til leikbann, hvønn dømi je, havi je dømi teir fyrr, hvat fyri spælskipan koma teir við og annars fyrireika seg til tað óvæntaða, sigur Lars Muller, sum eisini heldur, at tað er lættari at gera eftirmeting av avrikinum í dag.
- Í dag er lættari at gera eftirmeting av tínum avrikum, tí tú fær dystin sendandi sum video hvørja ferð. Eisini er sjálvt spælið broytt, tí tað er blivin meiri taktiskt og tí mást tú seta teg inn í hvussu summi lið spæla, sigur Lars Muller.
Ársins Spælari tiltakið var á Reinsaríinum í gjár. Myndirnar niðanfyri eru frá tiltakinum.