VIDEO: Enn ein javnleikur til Stefan og liðfelagarnir

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Sligo Rovers-Drogheda 1-1 (0-0)

Fyri fjórðu ferð í 10 dystum leiktu Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers javnt í bestu írsku fótbóltsdeildini. 

 

Stefan var við frá byrjan í álopinum hjá Sligo, og hann fekk 58 minuttir á vøllinum í 1-1 javnleikinum móti Drogheda í vikuskiftinum.

 

Drogheda kom á odda tá sjey minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Ryan Brennan javnaði til 1-1 við einum góðum stútara tá 62 minuttir vóru leiktir.

 

Sligo Rovers er nummar seks í deildini við 13 stigum. Trý stig eru upp til triðja plássið, ið gevur rætt til at taka lut í Europa Conference League undankappingini í 2024.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Stefan hevur troyggju nummar 18:

##med2##