Video: Eitt ótrúliga vakurt sjálvmál

(Video) Adrien Gulfo hjá sveisiska fótbóltsliðnum, Pully hevur skorað tað, sum má sigast at verða aldarinnar sjálvmál

Fyri stuttum spældu sveisisku 3. deildarliðini Pully og Renens dyst í sveisisku steypakappingini.

 

Verjuspælarin hjá Pully, Adrien Gulfo skoraði í dystinum tað, sum má sigast at verða aldarinnar sjálvmál. Adrien Gulfo skuldi rudda bóltin burtur í egnum brotsteigi við einum saksasparki, men úrslitið av saksasparkinum var, at hann skoraði eitt minniligt sjálvmál, sum er farið sína sigursferð á internetinum.

 

Tíbetur fyri Adrien Gulfo endaði tað væl. Tá hann legði Renens á odda 3-1 við minniliga sjálvmálinum sá ikki gott út, men tað endaði við, at Pully vann 4-3.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Adrien Gulfo gera aldarinnar sjálvmál.