Video: Eitt mál í part í Runavík

Her er samandrátturin frá 1-1 javnleikinum millum NSÍ og B36

Fimti og seinasti dysturin í 10. umfari ílandskappingini í fótbólti hevur verið í kvøld. NSÍ og B36 spældi javnleik 1-1, eftir at NSÍ var á odda 1-0 í hálvleikinum.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin

 

Heimaliðið hevði munin í fyrra hálvleiki og kom eisini á odda stutt fyri hálvleik. Eftir innkast í høgru endaði bólturin hjá Bárðuri J. Hansen, sum var knappur á fótum sendi bóltin í málið.

 

Í seinna hálvleiki vóru tað gestirnir úr Havn, sum vóru omaná. Tað úrslit, tá 18 ára gamli Erlendur Magnusson skoraði sítt annað mál í tveimum dystum. Hann var fyrstur á eitt flatt innlegg frá Lukasz Cieslewicz og tryggjaði B36 eitt stig.

 

Sum heild bleiv dysturin spældur í einari høgari leikferð. Til tíðir gott fótbóltsspæl, men tað merktist eisini, at til tíðir var leikferðin avbera hørð. Við javnleikinum er NSÍ framvegis á triðja plássi, nú fimm stig aftanfyri oddaliðið KÍ. B36 yvirhálar grannarnar úr HB og leggur seg á fjórða pláss ájavnt í stigum við HB.

 

NSÍ – B36 1-1 (1-0)

1-0: Bárður J. Hansen, 41.

1-1: Erlendur Magnusson, 49.