Video: Eitt dreymamál hjá Gilla

(Video) Síggj framúr vakra málið Gilli Rólantsson skoraði fyri Brann ímóti Lillestrøm

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í bestu norsku fótbóltsdeildini millum Lillestrøm og Brann Bergen, sum Brann Bergen vann 2-0 við málum, sum Daniel Braathen og Gilli Rólantsson skoraðu fyri Brann Bergen.

 

Serliga málið hjá Gilla var framúr gott. Gilli hælsparkaði bóltin í netið aftaná eina góða sending frá Daniel Braathen.

 

Í viðtali við heimasíðuna hjá Brann Bergen dylur Gilli Rólantsson ikki fyri hvussu fegin hann er um at skora eitt gott mál, og hann heldur, at Brann Bergen spældi ein framúr góðan seinna hálvleik.

 

Millum Brann Bergen viðhaldsfólkini, sum hugdu á Åråsen leikvøllinum í Lillestrøm var norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, sum er ein svorin Brann Bergen-fjeppari, eins og Sissel Kyrkjebø. 

 

Tað er norska Dagbladet, sum hevur lagt hæddarpunktini út á YouTube.

 

Støðan:

 

1
Rosenborg
5
4
1
0
9
1
8
13
2
Sarpsborg
5
4
0
1
14
6
8
12
3
Stabæk
5
4
0
1
12
5
7
12
4

 

Brann
5
3
1
1
9
3
6
10
5

 Molde
4
3
0
1
8
3
5
9
6
Strømsgodset
5
2
2
1
6
6
0
8
7
Tromsø
5
2
1
2
6
6
0
7
8
Haugesund
4
2
0
2
8
9
-1
6
9
Vålerenga
5
2
0
3
8
10
-2
6
10
Sandefjord
5
2
0
3
5
7
-2
6
11
Odd
5
2
0
3
3
8
-5
6
12
Aalesund
5
1
2
2
6
8
-2
5
13
Sogndal
5
1
1
3
6
11
-5
4
14
Viking
5
1
0
4
4
7
-3
3
15
Lillestrøm
5
1
0
4
4
10
-6
3
16
Kristiansund
5
1
0
4
2
10
-8
3