Video: Ein marrudystur hjá Viljormi og liðfeløgunum

(Video) Síggj málini frá dystinum Vejle-Hobro 1-5 (0-4) her

Føroyski landsliðsbakkurin, Viljormur í Heiðunum Davidsen var við frá dystarbyrjan, tá Vejle á heimavølli ígjár tapti stórt 1-5 ímóti Hobro í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Longu í steðginum var Hobro á odda 4-0, og eftir 48 minuttir vóru farnir var Hobro á odda 5-0, so talan var um ein ringan dag í verjuni hjá Viljormi og teimum.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá dystinum Vejle-Hobro 1-5 (0-4). Tað er YouTube rásin hjá Vejle BK, sum hevur lagt videobrotið út á YouTube.

 

Komandi vikuskiftið vitjar Vejle AB í Gladsaxe.

 

Støðan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini: 

 


DVJTMálmunur
1 Hobro20104634
2 FC Roskilde2096533
3 Vendsyssel FF2095632
4 Skive20102832
5 Nykøbing FC2093830
6 Fremad Amager2078529
7 HB Køge20610428
8 FC Helsingør2069527
9 FC Fredericia2075826
10 Vejle2067725
11 Næstved20631121
12 AB20321511