Klaksvíkingurin Páll Sólstein er hornspælari í heimsins elsta orkestri, Kongaliga Kapellinum í Keypmannahavn. Søgan hjá orkestrinum gongur heilt aftur til 1448.
Páll Sólstein hevur útbúgving frá Kongaliga Danska Musik Konservatoriunum, og síðani 1998 hevur hann verið yrkistónleikari í Kongaliga Kapellinum.
– Tað er eitt gott arbeiðið, men tað er eisini krevjandi. Eg skal levera vøruna hvønn dag, sigur Páll Sólstein.
Hann hevur búð í Danmark síðani 1985, men hann hevur varðveitt eitt tætt samband við Føroyar og ferðast heim so ofta, sum hann kann.
Omanfyri ber til at síggja video-samrøðu við Páll Sólstein.