— Hetta hevur verið ein leikur, sum hevur verið stuttligur, mennandi og rørandi at spæla, sigur sjónleikarin Eyð Matras, sum síðani fyrst í oktober hevur sýnt fram einrøðuleikin Morgunstjørnan yvir Wittenberg í Posthúskjallarinum í Klaksvík.
Hon greiðir frá í samrøðu við Miðlahúsið, at hon er bæði stolt og yvirraskað yvir góðu móttøkuna, sum leikurin hevur fingið, hóast hann snúði seg um átrúnað, sum er eitt økið, sum Eyð ikki kendi seg so trygga í.
— Eg eri hendan typan, sum ikki planleggur langt fram í tíðina, men ymiskt, sum eg havi havt í huga, byrjar nú at koma fram, sigur hon, tá hon verður spurd um, hvat hon nú fer at arbeiða við.