Video: Eftirmeting av B68-Skála

Her er eftirmetingin sum Tróndur Arge og viðmerkjarin, Ólavur Larsen komu við aftaná dystin á Svangaskarði í gjárkvøldið.

B68 og Skála eru tey bæði nýggju liðini í Effo-deildini í ár.

 

Uppflytararnir báðir samdust um at deila stigini á Svangaskarði í gjárkvøldið. Tað er helst eitt úrslit, ið passar betri til Skála, ið megnaði at fáa eitt umráðandi stig á útivølli.

 

Heimaliðið úr B68 hevði helst sæð sær 3 stig undan dystinum og tí eru teir helst minni nøgdir við dystin enn Skála.

 

Her kann síggjast hvat Tróndur Arge og viðmerkjarin, Ólavur Larsen høvdu at siga um dystin.

 

Klaksvíkingurin, Jóhan Thomsen hevur tikið sær av myndunum.