TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av venjingardystinum millum Danmark og Liktinstein, sum Danmark vann 5-0. Dysturin var spældur í Horsens. Fyrr í ár vunnu Føroyar 3-2 á Liktinstein.
Noreg kom illa frá sínum venjingardysti ímóti Hvítarusslandi á Ullevaal leikvøllinum í Oslo. Noreg tapti 1-0. Týskland vann sín venjingardyst 2-0 ímóti Finnlandi. Eingin av okkara komandi mótstøðuliðum, Ungarn, Lettland, Portugal, Sveis ella Andorra spældu venjingardyst í kvøld.
Danmark spælir sín fyrsta HM-undankappingardyst ímóti Armenia í Parkini í Keypmannahavn komandi sunnudag.










