VIDEO: Danmark tapti 4-2 móti Hollandi

(Video) Síggj málini frá EM-finaluni hjá kvinnum

Danski landsliðsvenjarin: Bara eitt lið í EM kappingini er betri enn vit.

 

Danski landsliðsvenjarin, Nils Nielsen, fegnast um, at tað bara var eitt lið, sum er betri enn Danmark til EM-endaspælið.

 

Tað endaði við, at Danmark mátti lúta 4-2 ímoti Hollandi, tá donsku kvinnurnar í dag spældu EM-finalu í Enschede móti hollendsku vertunum.

 

Kortini er landsliðsvenjarin sera stoltur, nú hann lítur aftur á eitt endaspæl, har tað bleiv til donsk silvurheiðursmerki.

 

– Eg var sera stoltur av mínum leikarum. Eg haldi, at tær hava latið nakað í øllum endaspælinum, og eg gleðist rættilga nógv teirra vegna, sigur Nils Nielsen við DR.

 

Hann viðgongur, at Holland í finaluni var ein ov stórur biti fyri danskarnar.

 

– Vit taptu til eitt lið, sum var betri enn okkara. Tær hava spælt væl í allari kappingini, og tað gjørdu tær eisini í dag.

 

– Tað er eisini betri, at tað bara er eitt líð, sum er betri enn okkara, enn at tað eru 14, sum eru tað, sigur Nils Nielsen.

 

Sterki danski verjuleikarin, Simone Boje, mátti lata seg skifta út í finaluni við einum knæskaða. Hon kom soleiðis á langa listan við skøddum donskum spælarum í kappingini.

 

– Vit komu við øllum, vit høvdu, men nú var alt við at vera uppi, sigur danski landsliðsvenjarin.

 

/ritzau/

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá EM-finaluni.