TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr hvussu summir danir reagera, tá teir uppliva nakað, sum føroyingar eru væl meiri vanir við. Og tað er ikki ov nógv sagt, at upptøkumaðurin á hesari upptøkuni fer veruliga í panikk. Upptøkan er frá TV2 Fyn.
Danmark, Noreg og Svøríki eru sanniliga sloppin at kenna ódnina "Urd" í dag. Nógv hevur verið gjørt burturúr ódnini í teimum skandinavisku londunum, og danska ríkisútvarpsrásin P4 sendir burturav tíðindi um ódnina, og hvussu hon rakar tey ymisku økini í Danmark.
Nógv trø og nógv skelti eru koppaði kring Danmark í dag, og eru til stóran vanda fyri ferðsluna. Danska løgreglan heitir á fólk um at halda seg innandura í dag.










