Video: Danda tvørtur um markið

Tveir professarar í byggilist gera upp við ætlaða múrin á markinum millum USA og Meksiko.


Ronald Rael og Virginia San Fratello, sum eru professarar í byggilist, hava sniðgivið risastórar dandifjalir, sum loyva børnum báðumegin markið millum USA og Meksiko at spæla saman.

Dandifjalirnar ganga ígjøgnum eina stálgirðing, sum stendur á markinum millum londini bæði.

Innsetanin er partur av størri verkætlan, sum ger upp við sundurbýtingina av fólki, sum múrururin á markinum millum USA og Meksiko fer at hava við sær.

Dandifjalirnar eru dømi um, at fólk ávirka hvønn annan, hóast ein múrur skilur tey, siga sniðgevarnir.

Síggj upptøkur av innsetanini niðanfyri.

 

##med2##