Ein ordans luksusvilla í Bel Air økinum í Los Angeles í USA er sett til sølu fyri umleið 1,7 milliard krónur. Hetta er dýrasta hús, sum nakrantíð er sett til sølu í USA. Húsið liggur á einum av bestu økjunum í Bel Air við framúr útsýni yvir Hollywood, Los Angeles og Malibu.
Eigarin av húsinum ríkmaðurin Bruce Makowsky, og hann letur eisini ymiskar ognir ganga við í handlinum. Eitt nú hevur hann eitt savn á bilum, sum verður mett at hava virði á 200 milliónir krónur. Og so fylgir ein tyrla eisini við keypinum.
Í húsinum eru 12 sovirúm, biografur til 40 fólk, góðgætisrúm, tveir vínkjallarar, bovlingbreyt og mangt annað.
Trýst á pílin í myndini omanfyri og síggj video úr húsinum.










