VIDEO: Møta makedonsku meistarunum í Play Off dystunum

(Video) Síggj málið, ið tryggjaði Breiðablik ein 1-0 sigur á Zrinjski í kvøld

Klæmint A. Olsen spældi allan seinna hálvleik, tá Breiðablik vann 1-0 á bosnisku meistarunum, Zrinjski í seinna dystinum í triðja undanumfarinum í Europa League. 

 

Sigursmálið var eitt sjálvmál, ið Breiðablik fekk mál upp á í 54. minutti. Tríggjar minuttir seinni hevði Klæmint ein drønstútara, ið ólukkutíð fór á stongina.

 

Breiðablik tapti 3-6 samanlagt móti Zrinjski og skal nú spæla tveir Play Off dystir móti meistaraliðnum úr Norðurmakedonia, Struga.

 

Breiðablik spælir á útivølli hóskvøldið 24. august og á heimavølli 31. august. Vinnur Breiðablik ein samlaðan sigur vera teir fyrsta íslendska liðið, ið vinnur seg í eitt bólkaspæl.

 

HER ber til at síggja sigursmálið Breiðablik fekk móti Zrinjski í kvøld:

 

##med2##