VIDEO: Brasil og Portugal hitaðu upp til HM-fjórðingsfinalurnar við sigrum

(Video) Her eru samandráttir frá dystunum Spania-Brasil 25-26 (13-14) og Portugal-Chile 46-28 (22-17)

Brasil og Portugal, ið hava vunnið seg víðari í HM-fjórðingsfinalurnar úr millumbólki 3 vera ikki at spæla við hjá Danmark og Týsklandi í HM-fjórðingsfinalunum í Bærum uttanfyri Oslo komandi mikudag. Tað prógvaðu tey í dag í seinastu dystunum í millumbólki 3. 

 

Brasil sum longu hevur framt tvey brøgd við at sigra á Noregi og Svøríki framdi aftur eitt roysnið í dag.

 

Tað eydnaðist Brasil at vinna 26-25 (14-13) á Spania. Eitt dømið um, at Danmark fær als ikki ein lættan dyst móti Brasil mikudagin.

 

Portugal var ikki til at steðga í dag. Teir vunnu heili 46-28 (22-17) á Chile, og tað er ikki sørt, at týsku ítróttarmiðlarnir eru farnir at stúra fyri fjórðingsfinaluni móti Portugal mikudagin.

 

Portugal vinnur millumbólk 3 við níggju stigum, og Brasil er nummar tvey við átta stigum. Svøríki og Noreg hava fýra stig hvør, og spæla í løtuni um hvør teirra tekur triðja plássið í bólkinum. Spania hevur trý stig, og Chile endar aftast í bólkinum við ongum stigi. 

 

Spania-Brasil 25-26 (13-14)

 

Toppskjúttar Spania: Petar Cikusa 4, Victor Romero 4.

 

Toppskjúttar Brasil: Rudolph Hackbarth 6, Hugo Monte Da Silva 5,

 

HER  ber til frá týsku rásini ARD at síggja ein samandrátt frá dystinum.

 

Portugal-Chile 42-28 (22-17)

 

Toppskjúttar Portugal: Francisco Costa 9, Martim Costa 6, Ricardo Brandao 5, Pedro Portela 5. 

 

Toppskjúttar Chile: Erwin Feuchtmann 8, Esteban Salinas 6. 

 

HER  ber til frá týsku rásini ARD at síggja ein samandrátt frá dystinum.