VIDEO: Brandur skoraði eitt mál og legði upp til tvey mál

(Video) Síggj hvussu Fredrikstad vann seg í fjórðingsfinalurnar í norsku steypakappingini

Brandur Hendriksson gjørdist tann stóra hetjan tá Fredrikstad vann seg í fjórðingsfinalurnar í norsku steypakappingini.

 

Brandur og liðfelagarnir í Fredrikstad, ið hevur Mikkjal K. Thomassen sum høvuðsvenjara vann tepurt 3-2 á Raufoss úr næstbestu deildini í áttandapartsfinaluni á útivølli.

 

Tá 12 minuttir vóru leiktir av dystinum legði Brandur hegnisliga upp til Henrik Johansen, ið stútaði bóltin í netið til 1-0. Minuttin aftaná javnaði Raufoss til 1-1.

 

Tá 24 minuttir vóru leiktir var enn eitt hegnisligt innlegg frá Brandi. Hesaferð vann innleggið Sondre Sørløkk, ið legði Fredrikstad á odda 2-1. Fimm minuttir seinni javnaði Raufoss til 2-2.

 

Tá fýra minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki skoraði Brandur sigursmálið tá hann fekk bóltin inni í brotsteiginum. Brandur tók og meddaði bóltin í netið til 3-2, og hesaferð javnaði Raufoss ikki, og menninir hjá Mikkjali kundu stórfegnast um at hava vunnið seg í fjórðingsfinalurnar.

 

Jóannes Bjartalíð kom ikki á vøllin fyri Fredrikstad hesaferð.

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Tey eru frá Fredrikstad Blad.