Brandur H. Olsen gjørdist - eitt sindur heppið - sigursmálskjútti fyri Helsingborg í grannauppgerðini móti Landskrona á heimavølli í gjár. Talan var um ein dyst í næstbestu svensku fótbóltsdeildini.
Tá 70 minuttir vóru farnir av dystinum var Brandur settur til at skjóta eitt fríspark uttanfyri brotsteigin hjá Landskrona. Amr Kaddoura í málinum hjá Landskrona helt seg hava tamarhald á støðuni, men so misti hann bóltin innum málstrikuna.
Talan var um ein týðandi sigur hjá Helsingborg. Ein dystur móti Landskrona er ein prestisjutungur grannadystur, og hartil vann Helsingborg seg upp á fjórða plássið, og er nú bert trý stig frá øðrum plássinum sum gevur beinleiðis uppflyting til bestu svensku fótbóltsdeildina.
Leygardagin spælir Helsingborg á útivølli móti Akropolis, ið liggur fjórðaftast.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:
##med2##