VIDEO: Brandur skoraði ímóti René og Grindavík

(Video) Síggj hæddarpunktini frá føroyingauppgerðini millum FH og Grindavík sum FH vann 2-1

Føroyingauppgerð var á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum leygardagin tá FH og Grindavík møttust í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, og Brandur H. Olsen var á miðvøllinum hjá FH. René Shaki Joensen spældi í álopinum hjá Grindavík. 

 

FH vann 2-1 og var á odda 1-0 í steðginum við einum brotssparki sum Steven Lennon setti í netið. Í 57. minutti økti Brandur H. Olsen til 2-0 aftaná eina góða sending frá Atla Guðnasyni. Brandur var skiftur út løtu seinni. Morgunblaðið skrivar, at talan er um fimta málið hjá Brandi í bestu fótbóltsdeildini í Íslandi hetta kappingarárið.

 

Sambært Morgunblaðnum fekk René Shaki Joensen gula kortið tá ein tími var farin, og Gunnar Nielsen hevði onkra bjarging í FH-málinum tá boð vóru eftir honum.

 

HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum FH og Grindavík.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu var við á liðnum hjá ÍBV sum leygardagin tók ímóti Breiðabliki. Dysturin endaði við javnleiki 0-0.

 

Hósdagin spælir FH á útivølli ímóti Lahti í Finnlandi. Talan er um dyst í undankappingini til Europa League. Sama dag tekur ÍBV ímóti Sarpsborg 08 úr Noregi á Hásteinsvøllinum úti á Heimaey.

 

Støðan í Pepsideildini:

 

Pepsideildin:
1Stjarnan12      7 41      29:16  25
2Valur127 4120:1125
3Breiðablik115 4 214:619
4FH125 4321:1719
5Grindavík115 2411:1217
6KR113 5316:1314
7KA113514:1512
8ÍBV1233613:1512
9Víkingur R.103349:1412
10Fjölnir1133513:2112
11Fylkir1032511:1511
12Keflavík110386:223