Sjey mál uppá 40 minuttir í fyrra hálvleiki, einki mál í seinna hálvleiki og ein 4-3 sigur til Helsingborg í seinasta dystinum í Allsvenskuni á hesum sinni.
Brandur Hendriksson Olsen fekk 82 minuttir á vøllinum í sínum fyribils seinasta dysti í Allsvenskuni, tá hann saman við liðfeløgunum vann 4-3 á Norrkøping á útivølli.
Helsingborg kom á odda 1-0, so kom Norrkøping á odda 2-1, so kom Helsingborg á odda 3-2, Norrkøping javnaði til 3-3, og so legði Helsingborg seg á odda 4-3. Tá vóru bert 42 minuttir farnir, men so komu ikki fleiri mál í dystinum.
Brandur fekk eitt gult kort tíðliga í dystinum.
Talan er um ein soltnan ugga hjá Helsingborg, ið endaði tvey stig frá plássinum sum hevði givið ein upp- og niðurflytingardyst móti tí triðbesta liðnum í næstbestu deildini.
Helsingborg má niður í Superettan, har m.o. GAIS og Meinhard E. Olsen bíða teimum.
Endaliga støðan í botninum av Allsvenskuni:
| 12 | IFK Gøteborg | 30 dystir | 7 | 13 | 10 | 35 | 41 | -6 | 34 stig |
| 13 | Østersunds FK | 30 | 8 | 9 | 13 | 27 | 46 | -19 | 33 |
| 14 | Kalmar FF | 30 | 6 | 10 | 14 | 30 | 49 | -19 | 28 |
| 15 | Helsingborg | 30 dystir | 5 | 11 | 14 | 33 | 48 | -15 | 26 stig |
| 16 | Falkenbergs FF | 30 | 5 | 9 | 16 | 33 | 54 | -21 | 24 |
HER BER TIL AT SÍGGJA HÆDDARPUNKTINI FRÁ SEINASTA SIGRINUM HJÁ HELSINGBORG Í ALLSVENSKUNI Á HESUM SINNI:
##med2##











