Føroyski landsliðsspælarin, Brandur Hendriksson og liðfelagarnir í Helsingborg fyrireika seg til innleiðandi dystirnir í svensku steypakappingini, ið byrja um fjúrtan dagar.
Ígjár vitjaði Helsingborg, ið spælir í næstbestu deildini hetta kappingarárið Elfsborg, ið spælir í bestu deildini hetta kappingarárið.
Helsingborg tapti sera óheppið 1-0 uppá eitt mál, har tey flestu sóu bóltin verða uttanfyri baklinjuna áðrenn sent var innfyri til Rasmus Alm sum skoraði til 1-0 meðan allir spælararnir hjá Helsingborg vóru steðgaðir upp og bíðaðu eftir, at málspark skuldi dømast. Brandur og liðfelagarnir mótmæltu av øllum alvi, men dómarin loyvdi málinum.
Í seinna hálvleiki kolldømdi dómarin eitt mál hjá Helsingborg fyri rangstøðu. Tá var Brandur við í uppspælinum til málið, ið tíverri var kolldømt.
Heilt móti dystarenda fekk Brandur ein góðan frírennara, men tíverri megnaði hann ikki at fáa meira kraft í skotið, og málverjin hjá Elfsborg bjargaði.
Komandi leygardag spælir Helsingborg móti gamla stórliðnum, IFK Göteborg á útivølli.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Elfsborg og Helsingborgs IF:
##med2##