Video: Blatter í pengaregni

Enskur skemtari tveitti pengar eftir FIFA forsetanum


Tíðindafundur í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA fekk eina óvæntaða vend í dag, tá ið enski skemtarin Simon Brodkin sníkti seg fram til pallin, har fráfarni forsetin Sepp Blatter skuldi hitta pressuna.

Skemtarin hevði eitt bunti av pengum við sær og segði, at tað var til at stuðla eitt boð frá Norðurkorea um at skipa fyri HM í fótbólti í 2026.

Tá ið vaktir komu eftir ensku skemtaranum, tveitti hann pengaseðlarnar eftir Sepp Blatter, sum tóktist klókkur av hendingini.

Blatter fór úr rúminum, meðan pengaseðlarnir vórðu ruddaðir av vegnum, og síðani helt hann fram við tíðindafundinum.