TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málverjan hjá skotska Championship-liðnum, Dundee United fremja eitt bragd, sum ein sjáldan sær í einum fótbóltsdysti.
Í einum dysti í næstbestu skotsku fótbóltsdeildini - The Championship - millum Dunfermline og Dundee United bjargaði skotski málverjin hjá Dundee United, Cammy Bell ikki færri enn trimum brotsspørkum í fyrra hálvleiki. Cammy Bell bjargaði brotsspørkum, sum Gavin Reilly, Nicky Clark og Paul McMullan skutu í 9. minutti, 27. minutti og í 32. minutti. Innan bert 23 minuttir hevði Cammy Bell gjørt eitt "hattrick", sum er ógvuliga sjáldsamt í fótbólti.
Tað er YouTube rásin hjá Dundee United FC, sum hevur lagt hesa upptøkuna út á YouTube.
Dundee United vann annars dystin 3-1, har Dunfermline leikararnir høvdu nógv at iðra seg um.